Maður deyður í arbeiðsvanlukku

Maður deyður í arbeiðsvanlukku
Maðurin datt úr einum elsteyra í haganum
Vanlukkan hendi í haganum oman fyri Selatræð
 
09.07.2025 - 19:14

Seinnapartin í dag doyði ein maður av einari arbeiðsvanlukku í haganum nærhendis Selatrað.

Maðurin var til arbeiðis fyri SEV og var uppi í einum elsteyra, tá hann brádliga datt niður úr steyranum.

Maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið við tyrlu. Men lívið stóð ikki til at bjarga. Hann doyði av løstunum, upplýsir SEV.

Sambært SEV ber ikki til at siga meira um málið, fyrr enn viðurskiftini eru kannað nærri.

Familjan hevur fingið boð, skrivar SEV á heimasíðu sínari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Mikudag 13. mai
Skratsj 13. maj
208309
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta
208366
Hósdag 14. mai
Andaktin
208365
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313