Lógaruppskot gjørt um yvirtøku

Lógaruppskot gjørt um yvirtøku
Uppskot er nú gjørt um, at Føroyar yvirtaka málsøkið loftferðsla
Semjan, sum var gjørd 26. mai.
 
09.07.2025 - 09:12

Uppskot er nú gjørt um, at Føroyar yvirtaka málsøkið loftferðsla.

Uppskoti hevur danska flutningsmálaráðið gjørt.

Uppskotið er sent til hoyringar. Hoyringarfreistin er til 21. august.

Danska lógin um flogferðslu skal broytast fyrst, áðrenn málsøkið kann fara á føroyskar hendur.

Yvirtøkan skal fremjast stigvíst.

Semja

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, og Thomas Danielsen, flutningsmálaráðharri, gjørdi semju síðst í mai um, at Føroyar skulu taka við málsøkinum loftferðsla. 

Hvussu skjótt, yvirtøkan verður framd, avger landsstýrið eftir samráðingar við flutningsmálaráðharran.

Higartil hevur verið sagt, at alt málsøkið skal yvirtakast í einum. Hetta er nú broytt. 

Nú kann yvirtøkan gerast stigvíst.

Sirið Stenberg segði 1. juni, at hon væntar, at yvirtøkan er komin undir land um trý til fýra ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744