Føroysk olju-leitimið marknaðarførd í Bretlandi

Føroysk olju-leitimið marknaðarførd í Bretlandi
Bretland víðkar um oljuleitingina við føroyska markið, og møguleiki er fyri at borað eisini verður í føroysku undirgrundini
 
09.07.2025 - 12:47

Jarðfeingi hevur júst verið í Aberdeen á ársfundi hjá bretska orkumeginfelagnum, Offshore Energies UK.

Har hevur Jarðfeingi víst á 14 nýggi leitimið, sum tey hava funnið í føroysku undirgrundini. Leitimiðini liggja tætt við markið til Bretlands, í einum øki har Bretland er við at útbyggja sína oljuleiting.

Óluva Reginsdóttir Eidesgaard, jarðfrøðingur, sum hevur ábyrgd av oljuleiting hjá Jarðfeingi, heldur at góður møguleiki er fyri at áhugi aftur verður fyri at leita eftir olju í føroysku undirgrundini. 

Hon vísir eisini á, at ein hugburðbroyting er hend í Bretlandi viðvíkjandi oljuleiting og grøna orkuskiftið.

Hoyr samrøðuna við Óluvu Reginsdóttir Eidesgaard niðriundir:

1752912

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762