Forbodnu skipini hava fiskað í Føroyum

Forbodnu skipini hava fiskað í Føroyum
Skipini, sum Noreg og ES hava bannað orsakað av illgruna um fíggindaligt sinnað virksemi, hava framvegis fiskiloyvi í Føroyum og hava fiskað her áður
Melkart-2 var til fiskiskap í Føroyum í fjør og hevur framvegis fiskiloyvi í Føroyum. Her liggur hann á Sundi í 2015.
Mynd: Regin Torkilsson  
 
08.07.2025 - 14:33

Melkart-2, sum er bannaður í norskum øki og øllum ES økinum, fiskaði í Føroyum í fjør og hevur aftur í ár fiskiloyvi í Føroyum. Tí kann væntast, at hann kemur til Føroya aftur, tá makrelvertíðin av álvara byrjar.

Fyritøkan Vikmar hevur kannað leiðina hjá hesum skipinum í føroyskum øki fyri kringvarpið. Á fyrstu myndini síggja vit skipið í Føroyum í fjør.

 


Hetta er virksemið hjá Melkart-2 í føroyskum øki í fjør. (Mynd: Vikmar)

 

Melkart-2 hevur verið nógv í Føroyum, og á myndini niðanfyri sæst virksemið hjá skipinum í føroyskum øki seinastu fimm árini.


Hetta er virksemið hjá Melkart-2 í føroyskum øki seinastu fimm árini. (Mynd; Vikmar)

 

Hitt skipið, Ostankino, hevur sambært Vikmar ikki verið í Føroyum í seinastuni. Men tað hevur tó verið her seinasta fimm ára skeiðið:
 


Hetta er ferðingarmynstrið hjá Ostankino millum oyggjarnar seinastu fimm árini. (Mynd: Vikmar)

 


Ostankino er eitt eldri skip. Tað er bygt í 1985. (Mynd: VesselFinder)

 


Hendan myndin vísir Ostankino til fiskiskap í Føroyum. (Mynd; Vikmar)


Tað er russiska reiðaríðið, Murman Seafood, sum eigur bæði skipini. Øll skipini hjá Murman Seafood eru bannað í Noreg og í ES.

Norska avgerðin er enn ikki formliga sett í verk, men norskir myndugleikar  upplýsa fyri NRK, at tað verður hon skjótast gjørligt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Góðan morgun Føroyar
207128
Hósdag 16. apríl
Morgunlestur hósdagur 16.apríl 2026
207023
Mikudag 15. apríl
Mono 150426 - 3. sending
207104
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066