- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tey gomlu fáa egnan lækna

Heilsumálaráðið arbeiðir við at fáa í lag eina skipan við kommunulæknum, sum eru knýttir at ellis- og røktarheimunum.
Hetta arbeiðið verður gjørt í tøttum samstarvi við Kommunulæknafelagið, Kommunufelagið og Heilsutrygd.
Fyrsta stigið verður at gera royndarskipanir í útvaldum ellis- og røktarheimum saman við ávísum kommunulæknum. Tað verður tíðliga í heyst.
Tað sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna, í svari til Kristionnu Winther Poulsen, løgtingskvinnu.
Landsstýriskvinnan sigur, at slík skipan hevur nógvar fyrimunir.
Kommunufelagið og leiðslurnar í eldraøkinum siga, at starvsfólk í ellis- og røktarheimum brúka nógva tíð til at fáa fatur á kommunulæknum.
Og hjá kommunulæknum er tíðarkrevjandi at fara á sjúkravitjan í ellis- og røktarheimum.
Royndir í Danmark vísa, at sonevndir røktarheimslæknar, sum regluliga vitja búfólk tryggja, at tey fáa rættari og betri viðgerð og heilivágsviðgerð, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna.




























