Innlitið bleiv í so stórt

Innlitið bleiv í so stórt
Barnaverndartænastan í Norðoyggjum hevur fingið álvarsliga átalu frá Dátueftirlitinum
Dátueftirlitið gevur álvarsliga átalu.
 
07.07.2025 - 08:12

Barnaverndartænastan í Norðoyggjum hevur fingið álvarsliga átalu frá Dátueftirlitinum.

Barnaverndartænastan í Norðoyggjum boðaði frá trygdarbroti, sum var hent í sambandi við eina umbøn um innlit. 

Tvey starvsfólk prentaðu skjøl samstundis, annað eitt innlit og hitt tvær ætlanir um tvey børn. 

Starvsfólkið, sum prentaði innlitið, varnaðist ikki, at óviðkomandi skjøl vóru komin millum skjølini til innlitið, áðrenn innlitið var latið. 

Tann, sum fekk innlitið, boðaði frá við telduposti og kom við skjølunum.

Hóast fleiri starvsfólk lesa teldupostin og móttaka skjølini, varnast tey ikki álvarsemið í trygdarbrotinum og fráboða trygdarbrotið ov seint til Dátueftirlitið uttan góða grundgeving.

Dátueftirlitið gav barnaverndartænastuni í Norðoyggjum eina álvarsliga átala og kravboð um at hava eitt tiltak fyri starvsfólkunum í galdandi mannagongdum, tá innlit vera latin.

Hóast barnaverndartænastan hevur mannagongd við at gjøgnumganga eitt innlit, áðrenn tað verður latið, - mannagongd um fráboðan av trygdarbrotum, so hevur barnaverndartænastan ikki fylgt egnum mannagongdum, sigur Dátueftirlitið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454