Landskassin fær 82 milliónir fleiri skattakrónur

Landskassin fær 82 milliónir fleiri skattakrónur
Skattarættingar hjá Taks settu met í fjør
Metár við rættingum.
 
01.07.2025 - 06:30

Skattarættingar hjá Taks settu met í fjør.

Rættingarnar gera, at landskassin fær 82 mió. kr.

Rættingar vóru gjørdar fyri stívliga 291 milliónir krónur, skrivar Taks í tíðindaskrivi.

Flestu rættingarnar eru gjørdar hjá feløgum.

Feløg fingu 109 mió. kr. meira í inntøkum, 96 milliónir í kapitalvinningi, 60 milliónir í veiðirættindum og sjey milliónir í avgjøldum.

Hjá einstaklingum vóru rættingar gjørdar fyri góðar 19 milliónir krónur.

Teir fingu 8,7 mió. kr. meira í inntøkum, 8,9 milliónir í kapitalvinningi, og rættingar vóru gjørdar fyri hálvaaðru millión í rentustuðli og ferðastuðli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206