U21-hondbóltur: Bronsudysturin verður vístur í sjónvarpinum

U21-hondbóltur: Bronsudysturin verður vístur í sjónvarpinum
Nú verður kortini møguligt hjá Kringvarpinum at vísa bronsudystin hjá U21-landsliðnum
Savnsmynd
 
29.06.2025 - 10:31

Nú verður kortini møguligt hjá Kringvarpinum at vísa bronsudystin hjá U21-landsliðnum í hondbólti hjá monnum, tá teir seinnapartin bresta saman við Svøríki í kappingini, sum er í Pólandi.

Føroyska U21 landsliðið hevur av sonnum gjørt vart við seg í hesi kappingini, og fríggjadagin var um reppið, at liðið kláraði at spæla seg í finaluna, tá teir í hálvfinaluni spældu móti Portugal.

Kringvarpið hevur samráðst við Sportfive, sum hevur rættindini til hesa kappingina, men tað eydnaðist ikki at finna eina semju um prísin fyri dystirnar.

Tí varð hálvfinalan ikki send í KvF, og sum tað sá út fríggjadagin, fór heldur ikki bronsudysturin at vera sendur.

Men nú er greitt, at dysturin verður sendur í Kringvarpinum. 

Tað er ein peningainnsavning, har 29 fyritøkur og fimm kommunur hava spýtt í kassan, sum ger tað møguligt hjá almenna kringvarpinum at keypa signalið frá Sportfive fyri ein annan prís enn tann upprunaliga kravda. 

Tað hevur so við sær, at allir føroyingar kunnu síggja dystin uttan at rinda hvør sær og uttan at krøv um tekniskar førleikar skulu setast fyri at kunna síggja dystin á telduskíggja.

Kringvarpið byrjar at senda frá bronsudystinum klokkan hálvgum fýra seinnapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979