Donsk sjúkrahús til reiðar at taka ímóti sjúklingum úr Gasa

Donsk sjúkrahús til reiðar at taka ímóti sjúklingum úr Gasa
Donsk sjúkrahús eru til reiðar at taka ímóti sjúklingum úr Gasa, sum eru í lívsvanda, sigur Anders Kühnau, formaðurin í Danske Regioner við Politiken
 
27.06.2025 - 12:55

Donsk sjúkrahús eru til reiðar at taka ímóti sjúklingum úr Gasa, sum eru í lívsvanda.

Tað sigur Anders Kühnau, formaðurin í Danske Regioner, sum varða av sjúkrahúsunum í Danmark, sambært danska miðlinum Politiken. 

Landspartarnir eru til reiðar at hjálpa, um mynduleikarnir meta, at tað ikki er ein vandi fyri trygdina. So kunnu og vilja donsku sjúkrahúsini taka ímóti børnum, sum hava tørv fyri viðgerð, sum ikki kann fáast í nærumhvørvinum, sigur hann við Politiken. 

Danska stjórnin hevur higartil sýtt fyri at taka ímóti sjúklingum frá Gasageiranum. 

Altjóða Heilsustovnurin, WHO, hevur annars fleiri ferðir heitt á limalondini um at taka ímóti sjúklingum frá Gasa, sum eru í lívsvanda. WHO metir at ímillum 10.000 og 12.000 sjúklingar eru í lívsvanda og hava tørv á, at verða fluttir úr Gasa at fáa viðgerð. 

Eitt talsfólk frá WHO sigur eisini við Politiken, at sjúklingarnir ikki eru ein vandi fyri trygdina, tí at teir sjúklingarnir, sum fáa loyvi at fáa viðgerð uttanlands, skulu góðkennast av COGAT (Coordinator of Government Activities in the Territories), sum er ein myndugleiki, sum hoyrir undir ísraelska verjumálaráðið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201