- Vit verða noydd at fyrihalda okkum til, at tøknin hevur yvirhálað okkum

- Vit verða noydd at fyrihalda okkum til, at tøknin hevur yvirhálað okkum
Tað sigur Hanna Jensen, løgtingskvinna og miðnámslærari
Hanna Jensen
Mynd: Savnsmynd  
 
26.06.2025 - 15:04

- Skal vitlíki fáa durafjórðingin í undirvísingini ella gerast partur av henni?

Tvístøðuna spyr Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn og miðnámslærari, í sambandi við skrivligan fyrispurning til landsstýrismann í barna-og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen.

 

Vitlíki hevur broytt próvtøkuhættir so mikið nógv, at tað má kannast nærri um verandi skipanin er nøktandi, sigur Hanna Jensen, sum er stúrin um innlæringina hjá næmingunum.

Hon leggur dent á, at tað nyttar ikki at hyggja hvat grannalondini gera, tí vit mugu finna loysnir í Føroyum.

 

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrimaður, hevur átta dagar at svara fyrispurninginum frá Honnu Jensen.

 

Hoyr samrøðu við Honnu Jensen:

1750946

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162