Søguligt tennisúrslit á Isle of Man

bannari
Søguligt tennisúrslit á Isle of Man
Føroyska tennisliðið vann í gjár liðkappingina í óalmennari oyggjaleikakapping í Isle of Man. Talan er um søguligan siður, tí Føroyar hava ikki megnað tað í tennis fyrr
 
24.06.2025 - 10:14

Føroyska tennisliðið vann í gjár liðkappingina í óalmennari oyggjaleikakapping í Isle of Man.

Hetta er søguligt úrslit, tí Føroyar hava ikki megnað tað í tennis fyrr. 

Føroyska liðið kappast móti Jersey, Isle of Man og Caymanoyggjunum, sum hava drúgvar royndir á oyggjaleikum. Hendan kappingin verður hildin, tí tennis er ikki ein av teimum 12 ítróttagreinunum í Orknoyggjum í døgunum 12.-18. juli, tá ið Oyggjaleikir eru har. 

Úrslitið av liðkappingini

1. Føroyar
2. Jersey
3. Isle of Man
4. Cayman Islands

Næstu dagarnar fara føroysku spælararnir at spæla einmans- og tvímansdystir og blandaðar tvímansdystir (mixed double).  Níggju spælarar eru í føroyska hópinum, fimm menn og fýra kvinnur. Høvuðsvenjari er Adam Salskov Juel-Blicher. 

Hetta er fyrstu ferð, at kvinnurnar eru við - og tískil fyrstu ferð at Føroyar eru umboðaðar við bæði monnum og kvinnum til oyggjaleikakapping í tennis. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. februar
Mono - 110226
204074
Mikudag 11. februar
Eitt korter við klassiskum
204060
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204050
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896