Arbeiðsgevarar nýggjan nevndarlim

Arbeiðsgevarar nýggjan nevndarlim
Jón Sigurdsson heldur fram sum formaður í Føroya arbeiðsgevarafelag
Frimodt Rasmussen á Klaksvíkar sleipistøð er komin í nevndina hjá Føroya arbeiðsgevarafelagi.
 
24.06.2025 - 07:49

Jón Sigurdsson heldur fram sum formaður í Føroya arbeiðsgevarafelag.

Og Høgni Hansen er framvegis næstformaður.

Á aðalfundinum í gjár fekk Føroya arbeiðsgevarafelag nýggjan nevndarlim.

Tað er Frimodt Rasmussen, sum kemur fyri Jóhonnu á Bergi.

Hon stillaði ikki upp aftur.

Odd Eliasen og Ólavur Bjarkhamar vóru afturvaldir í nevndina.

Í ársfrágreiðingini leggur Arbeiðsgevarafelag serligan dent á, at tað kostar støðugt meira at reka vinnu og á vantandi effektiviseringar í almenna geiranum.

Størri ferð má eisini fáast á grøna orkuskiftið, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762
Mánadag 15. juni
Veðrið
209748
Sunnudag 14. juni
3-2
209682