Vakmyndatól sett á vakmyndatól

Vakmyndatól sett á vakmyndatól
Dátueftirlitið fer nú at kanna, um vakmyndatól vera brúkt rætt
Reglur eru um, hvussu vakmyndatól skulu brúkast.
 
23.06.2025 - 06:55

Dátueftirlitið fer nú at kanna, um vakmyndatól vera brúkt rætt.

Dáturáðið hevur samtykt eina eftirlitisætlan fyri seinna hálvár.

Sambært lógini skulu øll vakmyndatól skrásetast hjá Dátueftirlitinum. 

Harumframt skal øll viðgerð av persónsupplýsingum úr vakmyndatólum lúka krøvini í dátuverndarlógini.

Dátueftirlitið fer á eftirlitisvitjan hjá fyritøkum og stovnum, sum brúka vakmyndatól.

Dátueftirlitið fer at kanna, um viðgerðin lýkur krøvini í dátuverndarlógini.

Dátueftirlitið fer eisini at senda út spurnarskjøl um viðgerðartrygd. 

Dátueftirlitið fer serliga at leggja dent á at kanna, um dátuábyrgdarar hava gjørt eina nøktandi váðameting og eina nøktandi mannagongd fyri at handfara trygdarbrot.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762
Mánadag 15. juni
Veðrið
209748
Sunnudag 14. juni
3-2
209682