Nýtt heildagstilboð verður sett í verk í Skúlanum á Trøðni

Nýtt heildagstilboð verður sett í verk í Skúlanum á Trøðni
Nýggja tilboðið skal savna øll frítíðartilboðini hjá næmingum við størst tørvi, í Skúlanum á Trøðni
Skúlin á Trøðni, savnsmynd
 
23.06.2025 - 12:40

Nýggj ætlan um at seta í verk heildagstilboð í Skúlanum á Trøðni, er ein samstarvsavtala millum Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Almanna- og mentamálaráðið og Kommunufelagið.

Heildagstilboðið skal bøta um gerandisdagin hjá næmingunum við størst tørvi, foreldrum og starvsfólki, við at savna øll frítíðartilboð í Skúlanum á Trøðni.

Skipanum sum er galdandi nú, ber við sær, at næmingar í 1. og 2. flokki hoyra til frítíðartilboð hjá kommununi, og tey frá 3. flokki og uppeftir hoyra til frítíðartilboð hjá Almannaverkinum. Tey tilboðini eru staðsett uttanfyri skúlan.

Útreiðslurnar við nýggju skipanini verða ikki hægri enn við varandi skipan.

Tilboðið verður sett í verk við skúlabyrjan 2025, við eini royndartíð uppá fimm ár.


Hoyr samrøðu við Jan Christiansen, skúlastjóri í Skúlanum á Trøðni:

 

1750265

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227