Dátuábyrgdari meldaður

Dátuábyrgdari meldaður
Dátueftirlitið hevur biðið løgregluna skuldseta dátuábyrgdara fyri at bróta dátuverndarlógina
Dátueftirlitið hevur givið út ársfrágreiðing fyri 2024.
 
23.06.2025 - 09:11


Dátueftirlitið viðgjørdi í fjør 55 mál um trygdarbrot.

Tað eru sjey fleiri enn í 2023.

Eitt mál var latið løgregluni við áheitan um, at dátuábyrgdarin var skuldsettur fyri at bróta dátuverndarlógina, stendur í ársfrágreiðingini hjá Dátueftirlitinum fyri 2024.

Í øllum 55 førunum í fjør boðaði dátuábyrgdarin frá um trygdarbrotini.

27 brot vóru privatum fyritøkum, 25 hjá tí almenna og fimm brot vóru hjá kommunum.

Eitt trygdarbrot ger, at persónsupplýsingar av tilvild ella ólógliga vera burturbeindar, burturmistar, broyttar, óheimilað givnar víðari, ella atgongd verður givin til persónsupplýsingar, sum eru sendar, goymdar ella á annan hátt viðgjørdar.

Teldupostar fara skeivt

Eins og í 2023 var vanligasta trygdarbrotið í fjør, at teldupostar og annað vóru sent skeivt. 

Trý mál endaðu við átalu, og átta mál vóru ikki lokað við ársenda.

Dátueftirlitið stovnaði 332 mál í fjør.

Tað eru færri enn undanfarnu fýra árini.

Í fjør vóru 143 munnligir fyrispurningar skrásettir.

Vita einki um dátuvernd

Dátuábyrgdarar og dátuviðgerarar hjá smáum fyritøkum og stovnum hava verri enn so síni viðurskifti í lagi, sigur Dátueftirlitið, sum hevði 82 eftirlitsmal í fjør.

Nógvir hava einki gjørt yvirhøvur. 

Og bara fáir høvdu øll viðurskifti í lagi.

Rættiliga nógv vita ikki, hvar tey skulu byrja við dátuverndini, sigur Dátueftirlitið í ársfrágreiðingini fyri 2024.

Dátueftirlitið fekk 37 fráboðanir um 390 vakmyndatól í fjør. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481