U21-hondbóltur: Føroyar bukaðu Rumenia og struku í miðumfarið

U21-hondbóltur: Føroyar bukaðu Rumenia og struku í miðumfarið
Føroyska U21-landsliðið í hondbólti bukaði Rumenia av og struku í HM-miðumfarið við tveimum stigum í skjáttuni, sum kunnu gerast sera avgerandi
Fagnaður á Niklasi Gaard og hinum føroyingunum, sum hava vunnið á Rumenia og eru komnir í miðumfarið
Mynd: IHF/Kolektiff/Sasa Pahic Sxabo  
 
21.06.2025 - 12:42

Føroysku U21-menninir smurdu Rumenia av í avgerandi HM-bólkadystinum fyrrapartin og tryggjaðu sær 1. plássið í bólkinum.

35-28 sigurin hevur ikki bert pláss í miðumfarinum við sær. Føroyar fáa eisini tvey stig við sær, og tey kunnu gerast altavgerandi, tá mótstøðulondini eita Frakland og Danmark.

Óli Mittún var enn sum áður dirigenturin í føroyska álopsspælinum, men fleiri aðrir gjørdu vart við seg. Aleksandar "Sasha" Lacok stóð væl í málinum, Ísak Vedelsbøl skoraði seks av sjey og so var tað Niklas Gaard, sum stórspældi á høgra veingi. Hann skeyt átta mál og fekk heiðurin sum dagsins spælari.

 


Óli Mittún var føroyskur toppskjútti við níggju málum ímóti Rumenia, meðan Niklas Gaard skeyt átta og Ísak Vedelsbøl 6. (Mynd: IHF/Kolektiff/Sasa Pahic Sxabo)

 

Føroyar runnu undan eftir steðgin

Tað gekk javnt á frá byrjan ímóti rumenum, sum vóru bæði tyngri og størri enn føroyingarnir. Einki nýtt í tí, og síðstu løtuna av fyrra hálvleiki fóru Føroyar undan.

Tey trý málini, sum vóru í muni í steðginum vuksu skjótt í seinna hálvleiki. Niklas Gaard fekk kjansirnar, og tók av mestsum hvørja ferð, meðan "Sasha" Lacok fór at bjarga í føroyska málinum.

Leiðslan bleiv somikið stór, at tað til endast snúði seg mest um at hugsavna seg um uppgávuna. Tað hepnaðist bara væl, og føroyingarnir í Katowice kundu fegnast saman um enn eina góða hondbóltsløtu.

Mánadagin bíðar antin Frakland ella Danmark, og tá ræðu um hjá Føroyum at lyfta seg enn eitt stig.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. mai
Breddin: Gjøld á alivinnuna
208082
Fríggjadag 8. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Jógvan
208077
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947