Læra um perluseyming á grønlendska tjóðardegnum

Læra um perluseyming á grønlendska tjóðardegnum
Fleiri hava í dag leitað sær vegin til Norðurlandahúsið at læra seg at gera grønlendskar perlukragar
Pipaluk Joensen greiðir frá perluseyming í Grønlandi
Mynd: Kristianna Klein  
 
21.06.2025 - 17:15

Grønlendskur tjóðardagur er í dag, og í Norðurlandahúsinum sluppu føroyingar at hátíðarhalda dagin við at læra seg grønlendska perluseyming.

- Eg sá uppslagið á Facebook og helt, at tað sá áhugavert út. Tað sigur Sanna Vang.

Læra at seyma grønlendskan perlukraga

Hóast Sanna Vang ikki hevur røtur í Grønlandi, hevur hon sum fleiri onnur, leitað sær vegin í Norðurlandahúsið fyrrapartin at læra um perluseyming.

Pipaluk Joensen er úr Nuuk í Grønlandi og hevur búð í Føroyum í seks ár. Hon lærdi at seyma grønlendskan perlukraga, tá hon var heilt ung, og í dag er tað hon, ið stendur fyri verkstovuni.

Tjóðardagurin er ein veitsludagur

Fyri hana er perluseymingin ein partur av at hátíðarhalda tjóðardegin - og sambært henni er tað vanligt at gera nógv burturúr, tá álmanakkin sigur 21. juni. 

Tað er ikki líka allastaðni í Grønlandi, men tónleikur og góður matur er aloftast ein partur av degnum. 

Soleiðis verður eisini í dag hjá Pipaluk Joensen, tí tá verkstovan er liðug, fer hon beina leið í grønlendska húsið, og tá verður kópakjøt á matskránni. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
Gudstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Mikudag 13. mai
Skratsj 13. maj
208309
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313
Mikudag 13. mai
Sharenting - teknmálstulkað
208310
Mikudag 13. mai
Hallucination - teknmálstulkað
208306

Annað frá KVF