Gjøldini óbroytt í nógv ár

Gjøldini óbroytt í nógv ár
Kommunurnar hava ikki biðið landsstýrið um at broyta gjøldini fyri havnarloðsing 
Loðsbátur.
 
20.06.2025 - 06:58

Kommunurnar hava ikki biðið landsstýrið um at broyta gjøldini fyri havnarloðsing. 

Tey eru frá 2013 og vera ikki prístalsviðgjørd. 

Skulu gjøldini broytast, má kunngerðin um tey broytast.

Hon var broytt í 2019.

Broytingarnar tá vóru millum annað um gjald fyri at brúka loðsbát, tí ein lóg krevur tað.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í svari til Helga Abrahamsen, løgtingsmann.

Kommunurnar ikki gjørt vart við seg

Hon sigur, at kommunurnar, sum umsita loðsgjaldið, hava ikki víst á, at gjaldið ikki fíggjar loðsskipanina.  

Sum skilst kostar loðsing nógv meira í Noregi, Danmark, Íslandi og Svøríki enn í Føroyum.

Sirið Stenberg sigur, at Skipara- og navigatørfelagið sigur, at loðsgjøldini eru ov lág.

Hon fer at biðja umsitingina hjá sær venda sær til kommunurnar at umrøða gjøldini. svarar hon. 

Loðslógin og kunngerðin um gjøld fyri loðsing forða ikki fyri, at lønirnar hjá loðsum vera ásettar í sáttmála á arbeiðsmarknaðinum, sigur landsstýriskvinnan eisini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Leygardag 9. mai
Vikan 9. mai 2026
208127
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968