Tvey mál í rættinum um kynsligan ágang móti børnum

Tvey mál í rættinum um kynsligan ágang móti børnum
Í øðrum málinum er ein maður ákærdur fyri tvær ferðir at hava kynsligt samband við eina 12 ára gamla gentu, sum hann kendi, í 2007
Báðir menninir, sum eru ákærdir, nokta seg sekar. (Savnsmynd)
 
19.06.2025 - 18:00

Føroya rættur fer í næstu vikur viðgera tvey mál um kynsligan ágang móti børnum.

Í øðrum málinum er ein maður ákærdur fyri tvær ferðir at hava kynsligt samband við eina 12 ára gamla gentu, sum hann kendi, í 2007.

Hann er ákærdur eftir grein 222 í revsilógini, sum er um samlegu við barn undir 15 ár.

Hin maðurin er ákærdur fyri 11 brot á revsilógargreinina um barnapornografiskt tilfar.

Hann er ákærdur fyri at hava og breiða út pornografiskar myndir av fólki, sum eru yngri enn 18 ár.

Maðurin er ikki ákærdur fyri at gera barnapornografiskt tilfar.

Einki barn á myndunum er eyðmerkt at vera føroyskt, sigur ákæruvaldið.  

Báðir menninir eru føddir í 1987. Og báðir nokta seg sekar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525