- Tíðindi, mentan og ítróttur
Steypakappingin: Víkingur og HB bresta saman í hálvfinalunum

Víkingur tekur ímóti HB í Sarpugerði, og KÍ, sum vitjar Skála, tá fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum verða spældar.
Sum skráin liggur nú, verða fyrru hálvfinalurnar avgreiddar mikudagin 3. septembur, meðan seinnu hálvfinalurnar verða sunnudagin 14. septembur, skrivar Fótbóltssambandið.
HB varpaði NSÍ, sum vann steypagullið í fjør, úr kappingini eftir longda leiktíð og brotssparkskapping við Lølin í Runavík í gjár. Víkingur, KÍ og Skála vunnu øll trygt ímóti ávíkavist B36, FC Hoyvík og 07 Vestur.
Finalan í steypakappingini hjá kvinnum verður á Tórsvølli leygardagin 27. septembur.
Tað vóru Heðin Arge og Jacoba Langgaard, sum avgreiddu lutakastið í FSF-húsinum fyrr í dag. Hjálparvenjarin hjá kvinnulandsliðnum væntar, at KÍ fer at vera ov sterkt fyri Skála. Verri er at spáa um hina hálvfinaluna.
- Tað er ilt at siga, men kortini vænti eg, at tað fer at koppa til HB. Tær sóu gott út í dystinum í gjár, segði Jacoba Langgaard í FSF Varpinum.