Kvinna flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar

Kvinna flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar
Ferðsluóhapp hevur verið í Eysturoyartunlinum, men tunnlin er nú opin aftur fyri ferðslu
 
19.06.2025 - 14:47

Ein kvinna er flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar eftir eitt ferðsluóhapp í rundkoyringini í Eysturoyartunlinum seinnapartin. 

Tunnilin er nú opin aftur fyri ferðslu, eftir at løgreglan kl. 13.45 stongdi tunnilin fyri at fáa arbeiðsfrið.

Løgreglan sigur, at bilurin fór illa, men aðrir bilar vóru ikki í óhappinum.

Listarverkið hjá Tróndi Paturssyni, Dansiringurin, í rundkoyringini fekk eisini skaða í óhappinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481