Seks prosent minni vakstrarhúsgass í fjør

Seks prosent minni vakstrarhúsgass í fjør
Ídnaðurin brúkti 15 prosent minni, SEV níggju prosent minni, og húsarhaldini brúktu níggju prosent minni olju
Í fjør fór útlátið niður í eina millión og 60.000 tons, sigur Umhvørvisstovan. (Savnsmynd)
 
18.06.2025 - 07:56

Útlátið av vakstrarhúsgassi minkaði seks prosent í fjør, sigur Umhvørvisstovan.

Minkingin kemst serliga av, at føroysk fiskiskip, ídnaður og elframleiðsla brúktu minni olju enn í 2023.

Útlátið var rættiliga støðugt millum 2001 og 2016. 

Síðan vaks tað á hvørjum ári millum 2016 og 2021. 

Í 2022 minkaði útlátið fyri fyrstu ferð í meira enn tíggju ár. 

 

Vaks aftur í 2023

Í 2023 vaks tað aftur frá einari millión og 100.000 tonsum í 2022 upp í eina millión og 130.000 tons.

Men í fjør fór tað niður í eina millión og 60.000 tons, sigur Umhvørvisstovan.

Sambært Umhvørvisstovuni bunkraðu føroysk fiskiskip átta prosent minni olju í 2024 enn í 2023.

Ídnaðurin brúkti 15 prosent minni, SEV brúkti níggju prosent minni, og húsarhaldini brúktu níggju prosent minni olju.

Les frágreiðing her.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337