Rokfundur um svartkjaft

Rokfundur um svartkjaft
ES hevði uppskot um svartkjaftabýti, sum gav ES og Føroyum nógv størri lut enn tey hava nú. Og hini strandarlondini missa.
Lítil fiskur elvir til stórt rok.
 
18.06.2025 - 06:59

Dagført kl. 14:00

Rættiligt rok var á fundi hjá strandarlondunum um uppsjóvarfisk í síðstu viku.

Tí ES hevði uppskot um svartkjaftabýti, sum gav ES og Føroyum nógv størri lut enn tey hava nú. 

Og størri lut enn øll hini strandalondini eiga at fáa.

Hetta ger so, at hini londini missa nógv.

Uppskotið hjá ES er millum annað, at Noregur fer úr 26,2 prosentum niður í 5,8 prosent av heildarkvotuni.

 

Rokfundur

Íslendski miðilin Fiskifréttir skrivar, at fundurin endaði í roki og ikki var tosað um hini fiskasløgini, so sum makrel og sild, sum ætlanin annars var.

Serliga Noregur er í øðini inn á ES.

Audun Maråk, stjóri hjá Fiskebåt, sum er reiðarafelag í Noregi, segði, at uppskotið hjá ES fær avleiðingar fyri samstarvið millum Noreg og ES um fiskiskap.

Hann tosaði beinleiðis um sabotajsu hjá ES.

ES hevði formansskapin á fundinum, sum var í London 10. og 11. juni.  

 

Skrivlig viðmerking

Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vil ikki gera viðmerkingar til málið. 

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevur í staðin sent okkum eina stutta skrivliga viðmerking, har m.a. verður skrivað, at:

"Ein stórur partur av svartkjaftinum verður fiskaður í føroyskum sjóøki, og tí hava samráðingarnar um eina strandalandasemju um svartkjaft høga raðfesting í Føroyum. Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevur ikki viðmerkingar til, hvørji uppskot verða løgd fram, og hvørji sjónarmið verða førd fram undir samráðingunum."

Fundur er avtalaður at vera aftur 10. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678