- Tíðindi, mentan og ítróttur
Øll heystgýtandi sildin er fiskað
Øll heystgýtandi sildin er fiskað
Kvotan í ár var 11.750 tons, sum hon hevur verið seinastu árini

Heystgýtandi sildin er fyri mesta á føroyska landgrunninum. (Savnsmynd: Havstovan)
18.06.2025 - 08:24
Øll heystgýtandi sildin er fiskað, sigur felagið Nótaskip.
Kvotan í ár var 11.750 tons, tað sama, sum hon hevur verið seinastu árini.
Í fjør ávirkaði verkfallið á arbeiðsmarknaðinum nógv fiskiskapin, tí ikki var gjørligt at landa í Føroyum, skriva Nótaskip.
Í fjør vóru tí bara fiskað 3.600 tons av heystgýtandi sild.
Heystgýtandi sildin er fyri mesta á føroyska landgrunninum.
Norðhavssildin er størri stovnur, sum gýtir fram við norsku strondini, og ferðast rættiliga víða.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV