Kunngerðin gjørd um lønina

Kunngerðin gjørd um lønina
Barna- og Útbúgvingarmálaráðið hevur nú gjørt uppskot um løn í útbúgving hjá næmingum í Heilsuskúlanum
Heilsuskúlin er í skúladeplinum í Suðuroynni.
 
18.06.2025 - 06:54

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið hevur nú gjørt uppskot um løn í útbúgving hjá næmingum í Heilsuskúlanum.

Uppskotið um kunngerð er til hoyringar til 24. juni.

Sambært uppskotinum skal Studni umsita lønarendurgjaldið.

Heilsuskúlin umsitur, sambært uppskotinum, útbúgvingarsáttmálarnar.

Arbeiðsgevari skal søkja Studna um lønarendurgjald hálvárliga.

Royndartíð

Fyrstu fýra mánaðirnir í útbúgvingartíðini í útbúgvingarsáttmálanum eru at meta sum royndartíð.

Setanarmyndugleikin kann siga upp sáttmálan við freist, sum er ein mánaður.

Starvsfólkið hevur rætt til at siga upp útbúgvingarsáttmálan við ongari freist.

Kunngerðin er fyri heilsuhjálparar, heilsurøktarar og námsfrøðiliga hjálparar.

Sambært lógini, sum kom í vár, er lønarendurgjaldið 80 prosent av minstulønini hjá næmingum, sum eru í Heilsuskúlanum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401