- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvir 30 ára gomul lóg verður nú dagførd

Javnstøðulógin frá 1994 verður dagførd, sigur Almanna- og Mentamálaráðið.
Javnstøðulógin skal hava nýggja, tíðarhóskandi endamálsorðing, greiðari meginreglur og allýsing, reglur um kynsligan ágang og vernd í arbeiðslívi og krøv til arbeiðsgevarar og almennar stovnar um at virka fyri javnstøðu.
Lógarbroytingin skal eisini skipa virksemið hjá Javnstøðuskrivstovuni.
Uppskotið um nýggja javnstøðulóg verður eftir ætlan lagt fyri tingið í næstu tingsetu.
Landsstýrið hevur gjørt eitt nýtt rit um javnstøðu.
Rit um javnstøðu
Tað eitur Saman um javnstøðu.
Tað er um átrokandi javnstøðuavbjóðingar, sigur landsstýrið.
Landsstýrið sigur, at ritið, sum er ein støðulýsing, er liður í arbeiðinum hjá landsstýrinum at skipa so fyri, at Føroyar gerast eitt samfelag við javnbjóðis skyldum, møguleikum og rættindum til øll, sama hvat kynið er.
Í ritinum, sum øll í landsstýrinum skriva, verður staðfest, at menn eiga tveir triðingar av lønunum, kvinnur eru undirumboðaðar í politikki og í leiðandi størvum, arbeiðsmarknaðurin og útbúgvingarskipanin eru sera kynsbýtt, menn taka lutfalsliga stutt barnsburðarfarloyvi, og demografiska undirskotið av kvinnum, serliga millum 20-50 ár, hevur stórar avleiðingar.
Javnstøðulógin skal hava nýggja, tíðarhóskandi endamálsorðing, greiðari meginreglur og allýsing, reglur um kynsligan ágang og vernd í arbeiðslívi, og krøv til arbeiðsgevarar og almennar stovnar um at virka fyri javnstøðu.
Lógarbroytingin skal eisini skipa virksemið hjá Javnstøðuskrivstovuni.
Uppskotið um nýggja javnstøðulóg verður eftir ætlan lagt fyri tingið í næstu tingsetu.