- Tíðindi, mentan og ítróttur
Røkka ikki málinum um grøna elorku í 2030
Røkka ikki málinum um grøna elorku í 2030
Málið um 100 prosent grøna elorku var sett í 2014, og síðani hevur varandi orka í elskipanini ligið millum 38 og 60 prosent

32 fyritøkur eru í Varandi vinnu, sum Vinnuhúsið stovnaði í fjør.
17.06.2025 - 08:33
Felagsskapurin Varandi vinna ivast í, um Føroyar fara at røkka málinum um 100 prosent grøna elorku í 2030.
Nógv bendir á, at so verður ikki, sigur Varandi vinna.
Málið var sett í 2014. Síðani hevur varandi orka í elskipanini ligið millum 38 og 60 prosent.
Í fjør var hon sløk 57 prosent.
32 fyritøkur
32 fyritøkur eru í Varandi vinnu, sum Vinnuhúsið stovnaði í fjør.
Varandi vinna er um samstarv og samskifti í grøna orkuskiftinum.
Tær 32 fyritøkurnar, sum eru í varandi vinnu, eiga 29 prosent av orkunýtsluni í Føroyum.
Útlátið er 318.154 tons CO2.
Í arbeiðnum at minka útlátið leggja fyritøkurnar um frá olju til el.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV