KÍ og NSÍ skulu til Finnlands

KÍ og NSÍ skulu til Finnlands
Bæði KÍ og NSÍ skulu møta finskum feløgum í UEFA Conference League kappingini. Sermerkt er, at KÍ skal møta SJK og føroyska Samuel J. Chukwudi
 
17.06.2025 - 15:27

Lutakast hevur í dag verið í Nyon í Sveis til fyrsta undanumfari í Conference League kappingini hjá UEFA. Tað er tann lægst styrkismetta kappingin av teimum trimum kappingunum hjá UEFA.

 

Bæði KÍ og NSÍ fingu finska mótstøðu. KÍ skal møta SJK Jalkapallokerho og føroyska Samuel J. Chukwudi. Her verður fyrri dysturin ætlandi í Finnlandi, meðan returdysturin verður Klaksvík.

 

NSÍ skal møta HJK Helsinki, sum er stóra felagið í Finnlandi. Fleiri føroysk feløg hava fyrr verið í hornatøkum við HJK, men tað er ongantíð endað við samlaðum sigri. Her hevur NSÍ í útgangsstøðinum heimavøll. Feløgini samráðaast í løtuni um dato og hvussu skal spælast.

 

HB er eisini í Conference League, men leypur sum steypavinnari upp um fyrsta undanumfar og verður við í lutakastinum til 2. undanumfar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401