Dreymalutakast fyri Víking

Dreymalutakast fyri Víking
Víkingur skal spæla móti Lincoln Red Imps FC úr Gibraltar í fyrsta undanumfarinum í Champions League. Venjarin og liðskiparin ávara tó ímóti at undirmeta mótstøðuliðið
 
17.06.2025 - 13:45

Lutakastið til undanumfarið í Champions League hevur verið í Nyon í Sveis í dag. Føroysku meistararnir, Víkingur, vóru ikki styrkismettir, men endaðu við at fáa eitt framúr lutakast. Víkingur skal spæla móti Lincoln Red Imps FC úr Gibraltar.

 - Tað er einki at taka feil av, at hatta er eitt gott lutakast. Vit kundu jú havt møtt einum liði úr Rumenia. Men hetta er eitt lið, sum var í bólkaspælinum í Conference League fyri kortum. Tí vita vit, at teir hava keypiorku og royndir í Evropa. Teir halda óiva eisini, at tað er eitt gott lutakast at møta nummar fimm í Føroyum, sigur Atli Gregersen, liðskipari.

Vinnur Víkingur móti Lincoln Red Imps FC er felagið tryggjað at spæla í 2. undanumfari í Champions League. Tað merkir eisini, at skuldi Víkingur tá tapt, skal liðið spæla Play-off til Conference League. Ikki nokk við tí. Við lutakastið bleiv staðfest, at taparin av dystinum millum Víking og Lincoln Red Imps FC sleppur beint til 3. undanumfarið í Conference League.

 - Ítróttarliga er hetta eitt spennandi lutakast. Lykilin var ikki at møta Steaua Bukarest. Tað er eitt nógv sterkari lið. Vit hava spælt móti liði úr Gibraltar fyrr, og tað var ein blandingur av lokalum og sponskum spælarum. Lincoln Red Imps FC er ongin veik mótstøða, men vit halda okkum hava ein góðan møguleika at koma víðari, sigur Jóhan Petur Poulsen, venjari.

Víkingur hevur havt eitt misjavnt kappingarár í ár. Serliga gekk illa fyrstu umførini í landskappingini, men liðið hevur fótað sær og liggur á fimta plássi í løtuni. Hartil kann Víkingur í kvøld vinna seg í steypafinaluna. Hópurin í ár er smalur og skaðar hava gjørt um seg. Hóast tað, so væntar venjarin ikki at styrkja liðið.

 - Eg veit væl, at feløg oftani brúka eitt slíkt høvi til at leggja spælarar afturat. Vit hyggja altíð eftir spælarum, og hurðin er ikki stongd, men søgan sigur eisini, at vit vanliga ikki fara eftir spælarum um summarið. Tí vænti eg heldur ikki, at vit gera tað í ár, sigur Jóhan Petur Poulsen.

Fyrru dystirnir verða 8. og 9. juli, meðan returdystirnir verða 15. og 16. juli. Víkingur hevur boðað frá, at sum útgangsstøði verður fyrri dysturin 8. juli í Klaksvík og returdysturin 15.juli. Dystarásetingin við dato og tíðaráseting verður kunngjørd í seinasta lagi 20. juni.

 

Lutakastið:

FC Drita (Kosovo) - FC Differdange 03 (Luksemborg)
Víkingur (Føroyar) - Lincoln Red Imps FC (Gibraltar)
KF Egnatia (Albania) - Breidablik (Ísland)
Shelbourne FC (Írland) - Linfield FC (Norðurírland)
Fotbal Club FCSB (Rumenia) - Inter Club d'Escaldes (Andorra)

 

Bólkur 2:

Styrkismett

Fotbal Club FCSB (Rumenia)
Lincoln Red Imps FC (Gibraltar)
FC Drita (Kosovo)
Breidablik (Ísland)
Linfield FC (Norðurírland)

Ikki styrkismett

Inter Club d'Escaldes (Andorra)
FC Differdange 03 (Luksemborg)
Víkingur (Føroyar)
Shelbourne FC (Írland)
KF Egnatia (Albania)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401