
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stuðla sjálvræði og fólkaræðilig virði í Grønlandi

Franski forsetin, Emmanuel Macron, danski forsætisráðharrin, Metta Frederiksen, og formaðurin í grønlendska landsstýrinum, Jens-Frederik Nielsen, boðaðu í gjár frá, at tey standa saman og stuðla sjálvræði og fólkaræðiligu virðini í Grønlandi, nú geopolitiski áhugin fyri Arktis økist.
Jens-Frederik Nielsen. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Á felags tíðindafundi í Nuuk í gjár løgdu teir tríggir leiðararnir dent á sín samhuga, og mæltu til tættari samstarv.
Jens-Frederik Nielsen segði:
- Hetta er ein løgin tíð fyri okkum í Grønlandi. Vit liva eftir demokatiskum meginreglum, virðing fyri altjóða rætti, fyri landamørkum, fyri sjórættinum, og vit eru fegin um, at tú stendur saman við okkum og staðfestir, hvussu týdningamiklar hesar meginreglur eru.
Hann lýsti fundin sum eitt møguligt stig til tættari samstarv.
Grønland kann ikki seljast
Macron sendi greið boð um samleika og segði, at Grønland verður ikki selt, og kann ikki takast:
- Tað er ein boðskapur um virðing fyri sjálvræði og tínum avgerðum, trygd, búskaparligari og sosialari menning og burðardyggari umsiting av tínum náttúrutilfeingi, segði franski forsetin.
Hann mælti eisini til fleiri felags hervenjingar við norðurlendsk og baltisk lond, Kanada og enntá USA, sum skulu økja trygdina í Grønlandi alt arktiskta økið.
Emmanuel Macron. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Metta Frederiksen.
Danski forsætisráðharrin, Metta Frederiksen, endurtók støðuna hjá Danmark og segði:
- Okkara sterki vilji er at verja tað, sum vit trúgva uppá: fólkaræði, frælsi, økisrætt og rættin hjá einum og hvørjum landi at avgera sína egnu framtíð.