Ríkisfundur í Tindhólmi

Ríkisfundur í Tindhólmi
Stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapinum hava fund í dag, og í morgin verður fundur í samstarvsráðnum
Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hálvsfevndust, áðrenn farið var úr Havn á ríkisfund í Tindhólmi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.06.2025 - 09:03

Ríkisfundur verður í Føroyum í dag.

Kl. 10 fara Aksel V. Johannesen, løgmaður, danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen, og grønlendski landsstýrisformaðurin Jens-Frederik Nielsen við fylgi í báti út í Tindhólm, har tey skulu umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum og kunna um búskaparligu og politisku gongdina í londunum.

- Tað hevur týdning, at londini møtast regluliga á ráðharrastigi. Vit arbeiða saman á fleiri økjum, ikki minst nú trygdarpolitiska støðan í heiminum er broytt. Haraftrat skulu vit eisini tosa um ríkisrættarligu viðurskiftini millum londini, og arbeitt verður eisini miðvíst eftir, at Føroyar fáa størri uttanríkispolitiskar heimildir, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, sambært heimasíðuni hjá løgmansskrivsstovuni.

 

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Samstarvsráðið fund í morgin

Í morgin verður fundur í samstarvsráðnum, har londini millum annað umrøða uttanríkis- og trygdarpolitisku støðuna.

Á hesum fundinum vera fyri Føroyar Aksel V. Johannesen, løgmaður
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum

Danmark
Mette Frederiksen, forsætisráðharri
Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri
Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri

Grønland
Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður í Grønlnadi
Múte B. Egede, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna í uttanríkis- og granskingarmálum

Um ársskiftið tóku Føroyar við formansskapin í samstarvsráðnum.  Londini skiftast um at vera vertir fyri fundunum, og hesa ferð verða teir hildnir í Føroyum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Gudstænasta úr Vestmanna kirkju
205299
Leygardag 7. mars
Føroyar - Grikkaland, fyrri dystur
205297