Reidar Nónfjall sendur til hús

Reidar Nónfjall sendur til hús
Bárður á Steig Nielsen sendir skrivara floksins til hús
Reidar Nónfjall hevur verið skrivari hjá Sambandsflokkinum í nógv ár.
 
16.06.2025 - 18:53

Reidar Nónfjall, floksskrivari í Sambandsflokkinum, og Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum hava gjørt fráfaringaravtalu, sum hevur við sær, at floksskrivarin tey seinastu mongu árini, Reidar Nónfjall, fer úr starvi sínum í endanum av september.

Reidar Nónfjall váttar, at fráfaringaravtala er gjørd millum partarnar, men hann metir ikki, at fráfaringaravtalan er gjørd sambært viðtøku floksins, sum tilskilar, at tað er Landsnevndin í flokkinum, sum hevur við starvsfólkaviðurskifti at gera.

Reidar Nónfjall hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið.

 

Váttar fráfaringaravtaluna

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, váttar, at fráfaringaravtala varð gjørd við Reidar Nónfjall síðst í mars mánaði.

Hann vil ikki gera bandaða samrøðu um málið. 

Hann vil ikki gera fleiri viðmerkingar, men sigur tó, at Sambandsflokkurin nú ger seg til reiðar til komandi løgtingsval. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979