Iran vil ikki menna kjarnorkuvápn

Iran vil ikki menna kjarnorkuvápn
Iranski forsetin sigur, at kjarnuorkuætlanirnar eru bara til friðarlig endamál
Iranski forsetin, Masoud Pezeshkian.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
16.06.2025 - 11:42

Iranski forsetin, Masoud Pezeshkian, sigur, at landið hvørki vil hava ella byrjaði kríggið.  

Iran vil heldur ikki menna kjarnorkuvápn, sigur forsetin.

- Men vit hava rætt til at hava kjarnorku og at granska í henni, segði Pezeshkian á fundi í tjóðartinginum í dag, sambært almennu tíðindastovuni Irna.

Ísrael vil vera við, at Iran er farið undir at menna kjarnorkuvápn, og hevur brúkt tað sum orsøk til at leypa á Iran.

Myndugleikarnir í Iran vísa hesum aftur og siga, at kjarnorkuætlaninar hjá Iran eru bara til friðarlig endamál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482