Fær ikki fólk at tulka

Fær ikki fólk at tulka
Í langa tíð hevur Almannaverkið søkt eftir einum teknmálstulki, men uttan úrslit. Í fíggjarlógini fyri 2025 eru sostatt 400.000 kr. til ósetta starvið strikaðar.
Teknmál.
 
16.06.2025 - 06:52

(Dagført)

Í langa tíð hevur Almannaverkið søkt eftir einum teknmálstulki, afturat teimum tveimum teknmálstulkunum, sum eru í føstum starvi hjá Almannaverkinum. Men eingin hevur søkt. 

Almannaverkið lýsti nakrar ferðir eftir fólki, men uttan úrslit. 

Í fíggjarlógini fyri 2025 eru sostatt 400.000 kr. til starvið strikaðar á fíggjarlógini. 

Sparingin ávirkar sostatt ikki tænstuna.

Tað sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almannmálum.

Hann hevur svarað Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, sum spurdi um støðuna hjá deyvum og teimum, sum hoyra illa.

Landsstýrismaðurin sigur, at síðani teknmál var viðurkent sum móðurmál í 2017, hava vit fingið eina teknmálsorðabók.

Og 785.000 kr. eru til at teksta sendingar og teknmálstulka tíðindasendingar og aðrar føroyskar sendingar hjá sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

Landsstýrismaðurin sigur eisini, at yvirskipað eru tænasturnar á almannaøkinum til fólk, sum eru deyv ella hoyra illa, øktar, síðani deildin fyri samskiftismenning í almannaverkinum kom í 2023.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373