Eitt óheppið heimsmet

Eitt óheppið heimsmet
Føroyar hava heimsmet í tarmbrunasjúkum - nú verður kannað, hví so nógvir føroyingar verða raktir av sjúkuni
Kári Rubek Nielsen, serlækni í maga- og tarmsjúkum.
 
16.06.2025 - 18:37

Ein evropeisk gransking verður nú sett í gongd, sum skal kanna og útgreina, hví so nógvir føroyingar verða raktir av tarmbrunasjúkum.

Ráðstevna er í Føroyum í hesum døgum, har granskarar úr Evropa hittast. 

Kári Rubek Nielsen, serlækni í maga- og tarmsjúkum, er partur av arbeiðsbólkinum, sum saman við granskarum úr øðrum londum, skal kanna, hví so nógvir føroyingar hava sjúkuna

Ongastaðni í heiminum er títtleikin av tarmbrunasjúku hægri enn í Føroyum - yvir 1.000 føroyingar hava sjúkuna.

Tí fer man nú undir eina stóra evropeiska gransking, har man fer at kanna, hví júst so nógvir føroyingar verða raktir. Kári Rubek Nielsen er partur av arbeiðsbólkinum, saman við granskarum úr øðrum londum.

 


 

1749144

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313
Mikudag 13. mai
Sharenting - teknmálstulkað
208310
Mikudag 13. mai
Hallucination - teknmálstulkað
208306