Hákun ein dyst frá Champions League-gullinum

Hákun ein dyst frá Champions League-gullinum
Füchse Berlin brestir saman við Magdeburg í Champions League-finaluni í Køln, har Hákun West av Teigum skrivar føroyska hondbóltssøgu
Hákun West av Teigum skeyt tvey mál fyri Füchse Berlin í hálvfinalusigrinum á franska Nantes
Mynd: Füchse Berlin  
 
15.06.2025 - 15:03

Hákun West av Teigum skrivar hondbóltssøgu, tá hann saman við Füchse Berlin fer á vøllin ímóti Magdeburg í Champions League-finaluni í Köln seinnapartin.

Landsliðsvongurin er fyrstu føroyingurin, sum spælir finalu í størstu evropeisku hondbóltskappingini, men fyri hann og liðfelagarnar er ikki nóg mikið at vera við. Høvuðsstaðarfelagið vil fegið vinna og tryggja sær greipuna.

 - Alt kann henda, um tú ert favorittur ella ikki. Men eg vil eisini siga, at vit koma eitt sindur lættir til kappingina. Um vit høvdu mist meistaraheitið í dag, giti eg ikki, at vit høvdu farið eins sjálvssikkrir. Vit høvdu kanska verið eitt sindur nervøsir, tí vit mugu sum minimum vinna aðra kappingina, men nú fara vit sjálvandi eftir báðum, segði Hákun West av Teigum fyri einari viku síðan eftir at týska meistaraheitið var komið til høldar.

 


Føroyski landsliðsvongurin er ein dyst frá Champions League-gullinum og greipuni við Füchse Berlin. Seinnapartin verður finalan ímóti Magdeburg. (Mynd: Füchse Berlin)
 

Hákun tvey mál í hálvfinaluni

Füchse Berlin tryggjaði sær finaluplássið í gjár. Tað gjørdu teir, tá teir vunnu við 10 málum í hálvfinaluni á franska felagnum Nantes, hóast stórspælarin Mathias Gidsel fekk reytt kort eftir bert átta minuttum. 

Hákun West av Teigum hevði tvey skot í dystinum og skoraði upp á bæði.

Magdeburg vann við einum málið á Barcelona í hinari hálvfinaluni. Champions League-vinnarin í 2023 er væl fyri eftir ein góðan endaspurt í Bundesliguni, sum akkurát ikki rakk til meistaraheitið, men Füchse Berlin hevur yvirtakið í innanhýsis dystum hetta kappingarárið. 

Berlinrevarnir vunnu ein og spældu ein javnan í Bundesliguni og vunnu eisini Super Cup-dystin millum feløgini í august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. juli
Morgunlestur leygardagur 19.juli 2025
194090
Fríggjadag 18. juli
Radio Stjernekilde II - part 6
194670
Fríggjadag 18. juli
Praktikanturin: Bjarki Vang
194673
Fríggjadag 18. juli
RagnarRokk: Erica Stoltz um Heat Lightning
194126
Nýggjastu sendingar í SV