Flogbóltskvinnurnar taptu fyri Luksemborg

Flogbóltskvinnurnar taptu fyri Luksemborg
Luksemborg var hvassari í avgerandi løtunum, tá føroysku flogbóltskvinnurnar taptu sín seinasta dyst í Silvurliguni á hesum sinni
Føroyar høvdu kjansin í fyrsta og triðja setti, men tóku ikki av
Mynd: CEV.eu  
 
15.06.2025 - 21:55

Føroysku flogbóltskvinnurnar taptu 3-0 fyri Luksemborg í seinasta dystinum í Silvurliguni á hesum sinni. 

Settúrslitini vóru 25-20, 25-11 og 25-20.

Fyrsta og triðja sett vóru toluliga jøvn, men tá avgerast skuldi, var Luksemborg hvassari, skrivar Flogbóltssamband Føroya.

Í fyrsta setti skiftust liðini um at vera á odda, men eftir javnleik 18-18, mistu Føroyar takið, og Luksemborg vann fýra stig á rað og síðan settið 25-20.

Í øðrum setti gekk var 9-10, men eftir hetta vunnu Føroyar bara tvey stig, og Luksemborg vann 25-11.

Føroyar komu tó fyri seg aftur í triðja setti og løgdu seg á odda 20-19, men aftur restaði tað síðsta í. Luksemborg vann næstu seks stigini á rað og settið 25-20.

Føroysku kvinnurnar taptu eisini fyrra dystin í Luksemborg. Úrslitið ímóti Íslandi var 3-0. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373