Landsstýriskvinnan: Avtalan við Brasil hevur veldiga stóran týdning

Landsstýriskvinnan: Avtalan við Brasil hevur veldiga stóran týdning
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna fegnast um, at Føroyar hava fingið landagóðkenning frá Brasil, og skjótt kunnu útflyta fiskavørur til stóra suðuramerikanska landið
Sirið Stenberg er landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.06.2025 - 12:37

- Hetta fer at hava veldiga stóran týdning.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, nú Føroyar hava fingið landagóðkenning frá Brasil, og skjótt kunnu útflyta fiskavørur til stóra suðuramerikanska landið við 211 milliónum íbúgvum.

Í okkurt um 15 ár hava Heilsufrøðiliga starvsstovan og landsstýrið arbeitt við at fáa eina heilsufrøðiliga avtalu við Brasil, og serliga saltfiskavinnan hevur leingi vilja sloppið at útflyta til Brasil.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1748804

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482