Altjóða "Knit in public" dagur í Vágsbotni

Altjóða "Knit in public" dagur í Vágsbotni
Í dag er altjóða "knit in public" ella "bint í almenninginum" dagur, og í tí sambandi vóru fleiri niðri í Vágsbotni og bundu í dag.
Altjóða "bint í almenninginum" dagur á trappuni í Vágsbotni
 
14.06.2025 - 16:39

Tað er Alisa Vesenberg Thomsen, sum skipaði fyri tiltakinum. Hetta er 2. árið, hon skipar fyri tiltakinum, sum kann kallast ein almennur bindiklubbur. "Øll er vælkomin, og so sita vit og binda og hugna okkum við at bind ella hekkla. Man kann hjálpa hvørjum øðrum, um onkur ivast í sínari uppskrift og man kann annars fáa íblástur frá hvørjum øðrum."

"World Wide Knit in Public Day" byrjaði í 2005 og síðani tá, hava nógv lond tikið tað til sín, og fleiri 100 tiltøk eru á degnum hvørt ár. "Tógv og at binda og hekkla er ein so stórur partur av okkara mentan, so tað er upplagt fyri okkum at hava ein slíkan dag," sigur Alisa Vesenberg Thomsen, fyriskipari.

Hoyr innslagið sum verður í útvarpstíðindunum kl 18.00

1748834

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. juli
Morgunlestur leygardagur 19.juli 2025
194090
Fríggjadag 18. juli
Radio Stjernekilde II - part 6
194670
Fríggjadag 18. juli
Praktikanturin: Bjarki Vang
194673
Fríggjadag 18. juli
RagnarRokk: Erica Stoltz um Heat Lightning
194126
Nýggjastu sendingar í SV