Nú fáa vit ph.d.-skúla í Føroyum

Nú fáa vit ph.d.-skúla í Føroyum
Skúlin skal umsita allar ph.d.-útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum
Nýggja kunngerðin styrkir møguleikin at fara undir ph.d.-lestur í samstarvi við fyritøkur og almennar stovnar, sigur Barna- og útbúgvingarmálaráðið. 
 
13.06.2025 - 11:27

Ein ph.d.-skúli og ein ph.d.-nevnd koma í Føroyum.

Kunngerð er komin um tað.

Hon kemur í staðin fyri ph.d.-kunngerðina frá 2016.

Ph.d-skúlin skal umsita ph.d.-útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum.

Fróðskaparsetrið hevur leingi viljað havt ein ph.d.-skúla.

Ph.d.-nevndin skal tryggja góðsku og samanhang í lestrinum hjá ph.d.-lesandi.

 

 

Djóni Nolsøe Joensen er landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum. 

 

Upptøkutreytirnar til ph.d.-lestur vera eisini broyttar. 

Nýggja kunngerðin styrkir møguleikin at fara undir ph.d.-lestur í samstarvi við fyritøkur og almennar stovnar, sigur Barna- og útbúgvingarmálaráðið. 

Og fólk, sum hava lokið masterútbúgving í til dømis Bretlandi, kunnu nú fara undir ph.d.-lestur í Føroyum. 

Hóast upptøkutreytirnar eru linari enn í kunngerðini frá 2016, eru tær framvegis í samsvari við altjóða leist, sigur Barna- og útbúgvingarmálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174
Hósdag 5. mars
Jóhanna: Farin
205175
Hósdag 5. mars
Anna Lovisa: Eitt kvøldið so siðla
205176
Hósdag 5. mars
Emma: Aldan
205188