Fátækaváðin er framvegis 7,6 prosent

Fátækaváðin er framvegis 7,6 prosent
Størri fátækaváði er sunnanfjørðs enn norðanfjørðs
Fátækaváðin sigur, hvussu nógv fólk hava javnvirðisinntøku, sum er minni enn 60 prosent av miðjavnvirðisinntøkuni í samfelagnum. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
13.06.2025 - 09:57

Fátækaváðin í Føroyum var framvegis 7,6 prosent í 2023.

Tað hevur hann verið síðani 2019, tá hann fór úr 9,7 prosentum niður í 7,6 prosent, skrivar Hagstovan.

Fátækaváðin sigur, hvussu nógv fólk hava javnvirðisinntøku, sum er minni enn 60 prosent av miðjavnvirðisinntøkuni í samfelagnum. 

 

 

Javnvirðisinntøka er ein umroknað tøk inntøka hjá hvørjum einstøkum við atliti at vaksnum og børnum í húskinum. 

Øll í húskinum, børn og vaksin, fáa tillutað somu javnvirðisinntøku.

Á heimasíðuni hjá Hagstovuni er frágreiðing um javnvirðisinntøkuna. 

 


Størri fátækaváði er sunnanfyri.

Í Sandoyarøkinum var hann 10,4 prosent í 2023.

10,9 prosent vóru undir fátækaváðamarkinum í Suðuroynni. 

Minstur er fátækaváðin í Eysturoyarøki og í Vága øki, ávikavist 6,5 og 7,0 prosent.

Orsøkin til fallið frá 2018 til 2019 var einamest, tí fólkapensjónistar fóru upp um fátækaváðamarkið í 2019 og vóru har framvegis í 2023.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401