Søkja ikki eftir kommunustjóra fyribils

Søkja ikki eftir kommunustjóra fyribils
Avtala er gjørd við John Færø um, at hann verður fyribils kommunustjóri í Klaksvík í nakrar mánaðir aftrat
Síðst í februar blivu Klaksvíkar kommuna og Rúni Rasmussen, sum var kommunustjóri, samd um at enda samstarvið 1. mars. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.06.2025 - 11:45

Søkt verður ikki eftir kommunustjóra til Klaksvíkar kommunu fyribils.

Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at avtala er gjørd við John Færø um, at hann verður fyribils kommunustjóri í nakrar mánaðir aftrat.  

Síðst í februar blivu Klaksvíkar kommuna og Rúni Rasmussen, sum var kommunustjóri, samd um at enda samstarvið 1. mars. 

John Færø, trivnaðarstjóri, var varakommunustjóri, og hann er nú virkandi kommunustjóri.

Tonja Sonhardsdóttir, sum var varatrivnaðarstjóri, er nú virkandi trivnaðarstjóri í Klaksvík.

Karl Johansen sigur, at starvið sum kommunustjóri verður ikki broytt.

Men meirilutin í býráðnum er nýggjur, hann tók við á nýggjárinum, so hann skal hava stundir til at seta seg inn í, hvat kommunustjórastarvið inniber.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. juli
Morgunlestur leygardagur 19.juli 2025
194090
Fríggjadag 18. juli
Radio Stjernekilde II - part 6
194670
Fríggjadag 18. juli
Praktikanturin: Bjarki Vang
194673
Fríggjadag 18. juli
RagnarRokk: Erica Stoltz um Heat Lightning
194126
Nýggjastu sendingar í SV