Helvtin svaraði um barnakoppseting

Helvtin svaraði um barnakoppseting
Stív helvtin av teimum, sum eiga børn yngri enn seks ár, svaraðu Heilsustýrinum um barnakoppseting
Summi halda, at ikki er gott at koppseta børn.
 
12.06.2025 - 06:59

Stív helvtin av teimum, sum eiga børn yngri enn seks ár, svaraðu Heilsustýrinum um barnakoppseting.

53,7 prosent, 2.829 foreldur, vóru við í hugburðskanningini um barnakoppseting.

Farið verður nú undir at greina úrslitini, sigur Heilsustýrið.

Heilsustýrið kemur skjótt við talgildari áminningarskipan, sum sjálvvirkandi sendir foreldrum eina áminning í Vanganum, tá barnið eigur at vera koppsett sambært barnakoppsetingarætlanini. 

Tílíkar skipanir hava virkað væl í øðrum londum, sigur Heilsustýrið.

Tær hava gjørt, at fleiri børn vera koppsett. 

Til talgilda áminningarskipanin kemur, vísir Heilsustýrið til roknara á heimasíðuni hjá stýrinum.

Hann sigur, nær barnið skal hava koppsetingarnar.

Seinastu árini hevur undirtøkan fyri barnakoppsetingunum verið minkandi í Føroyum.

Tí gjørdi Heilsustýrið eina hugburðskanning.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. juli
Morgunlestur leygardagur 19.juli 2025
194090
Fríggjadag 18. juli
Radio Stjernekilde II - part 6
194670
Fríggjadag 18. juli
Praktikanturin: Bjarki Vang
194673
Fríggjadag 18. juli
RagnarRokk: Erica Stoltz um Heat Lightning
194126
Nýggjastu sendingar í SV