Andstøðan í Knesset tapti atkvøðugreiðslu

Andstøðan í Knesset tapti atkvøðugreiðslu
Tveir víðgongdir flokkar í samgonguni hjá Netanyahu hálsaðu um og atkvøddu ímóti uppskotinum um at seta tjóðartingið til hús
Tá avtornaði fekk andstøðan í ísraelska tinginum ikki meiriluta fyri uppskoti sínum, um at koyra tingið til hús.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
12.06.2025 - 08:59

Andstøðan í Ísrael fekk ikki meiriluta fyri uppskoti sínum, um at stenda tjóðartingið í landinum til hús.

Uppskotið fall við 61 atkvøðum í móti, 53 vóru fyri, skriva bløðini Haaretz og Times of Israel.

Atkvøðugreiðslan var í nátt. 

Í andstøðuni er seks flokkar, og flokkurin Yisrael Beiteinu átti uppskotið.

 

 

Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Shas og Torah hálsaðu um

Nú skulu ganga seks mánaðir, áðrenn nýtt uppskot um at senda tjóðartingið til hús kann leggjast fram.

Samgongan hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra, sum er seks flokkar, hevur í dag 67 av 120 sessum í Knesset, men kortini var møguleiki fyri, at uppskotið kundi samtykkjast.

Teir ultraortodoksu flokkarnir, Shas og Torah, høvdu boðað frá, at teir fóru at atkvøða fyri, tí Ísrael nú innkallar ultraortodoksar menn til at gera herskyldu í Ísrael.

Men stutt fyri atkvøðugreiðsluna søgdu umboðini fyri hesar báðar flokkar, at tey kortini fóru at atkvøða ímóti uppskotinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. juli
Morgunlestur leygardagur 19.juli 2025
194090
Fríggjadag 18. juli
Radio Stjernekilde II - part 6
194670
Fríggjadag 18. juli
Praktikanturin: Bjarki Vang
194673
Fríggjadag 18. juli
RagnarRokk: Erica Stoltz um Heat Lightning
194126
Nýggjastu sendingar í SV