159 ungfólk skuldsett fyri at bróta lógina

159 ungfólk skuldsett fyri at bróta lógina
Nógv tær flestu skuldsetingarnar eru um brot á ferðslulógina. Tær vóru 117 í fjør
Tey 15 ára gomlu áttu helvtina av skuldsetingunum í fjør, tey 16 ára gomlu 41 prosent og tey 17 ára gomlu níggju prosent.
 
12.06.2025 - 08:49

Í fjør vóru 159 ungfólk millum 15 og 17 ár skuldsett fyri at bróta ferðslulógina, revsilógina ella aðrar lógir, siga hagtølini hjá politinum.

Tað eru fleiri enn í 2023, tá talið var 117, men minni enn bæði í 2022 og 2021, tá skuldsetingarnar vóru ávikavist 239 og 230.

Nógv tær flestu skuldsetingarnar eru um brot á ferðslulógina. Tær vóru 117 í fjør.

Revsilógarbrotini vóru 32.

 

15 ára gomul eiga flestu brotini

Yngri ungdómarnir eru, fleiri eru skuldsetingarnar um revsilógarbrot.

Tey 15 ára gomlu áttu helvtina í fjør, tey 16 ára gomlu 41 prosent og tey 17 ára gomlu níggju prosent.

Ríkingarbrotsverk eru á odda í hagtølunum. Tey eru 14. Síðani koma siðalagsbrotsverk, tey eru tíggju.

Fimm ung millum 15 og 17 ár vóru í fjør skuldsett fyri harðskap. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Góðan morgun Føroyar
207128
Hósdag 16. apríl
Morgunlestur hósdagur 16.apríl 2026
207023
Mikudag 15. apríl
Mono 150426 - 3. sending
207104
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066