- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skottilburðurin í Eysturríki: Hava funnið heimagjørda bumbu
Skottilburðurin í Eysturríki: Hava funnið heimagjørda bumbu
Eysturríkski kanslarin, Christian Stocker, hevur lýst landasorg í tríggjar dagar eftir álopið

Landasorg er lýst í Eysturríki eftir skottilburðin í Graz í gjár.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix
11.06.2025 - 09:28
Løgreglan í Eysturríki sigur, at hon hevur funnið eina heimagjørda bumbu í húsunum, har maðurin, sum eru undir illgruna fyri at hava skotið fleiri fólk í einum skúla í Graz, búði.
Tað skrivar AFP.
10 fólk lótu lív, og ein 21 ára gamal maður er undir illgruna fyri at hava framt illgerðina.
Hann beindi fyri sær eftir hendingina.
Tað er ikki greitt, hví hann fór at skjóta frá hond í einum miðnámsskúla, har maðurin sjálvur hevði gingið, skriva eysturríkskir miðlar.
Eysturríkski kanslarin, Christian Stocker, hevur lýst landasorg í tríggjar dagar eftir álopið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV