Kongshjúnini vitja við Tjarnir

bannari
Kongshjúnini vitja við Tjarnir
Nýggja stórhøllin við Tjarnir er eisini á skránni hjá kongshjúnunum, nú tey vitja í Havn. Josephine prinsessa er ikki við uppi við Tjarnir
 
11.06.2025 - 15:02

Stóra frambrotið hjá føroyskum hondbólti slapp eisini uppí part, nú kongshjúnini vitja í Føroyum. 

 

Fríðrikur kongur er sera ítróttaráhugaður, og tí var tað upplagt at vísa honum og Mary drotning nýggju stórhøllina við Tjarnir. 

 

Tað var eyðsæð, at Kongur var hugtikin av nýggju høllini. 

 

Høvi var eisini hjá kongshjúnunum at heilsa upp á nakrar av fremstu hondbóltsspælarunum í landinum, sum skulu umboðað Føroyar til bæði HM og EM í hondbólti í næstum. 

 

Kongshjúnini fingu høvi at tosa við eitt nú Allan Norðberg, Óla Mittún og Elsu Egholm. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482