Form. í Sambandsflokkinum: Ábyrgdarleyst at blaka landið út í óvissu

Form. í Sambandsflokkinum: Ábyrgdarleyst at blaka landið út í óvissu
Eftir fundin í gjár er greitt, at Sambandsflokkurin tekur ikki undir við broytingunum, sum hinir flokkarnir ætla er at gera í ríkisfelagsskapinum
Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.06.2025 - 13:38

- Tað er ábyrgdarleyst at blaka Føroyar út í óvissuna og siga, at vit taka okkum úr ríkisfelagsskapinum, og síðani kanna, hvat slag av felagsskapi vit kunnu fáa. Slíkum ábyrgdarloysi vil Sambandslokkurin ikki vera partur av.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, eftir fundin við løgmann og forfólkini í hinum flokkunum í gjár um ríkisrættarligu støðuna. 

Eftir fundin er greitt, at fimm av seks flokkum eru samdir um tær broytingar, sum skulu gerast í ríkisfelagsskapinum.

- Hóast Sambandsflokkurin er samdur í avbjóðingini við ríkisrættarligu støðuni, so vil Sambandsflokkurin ikki loysa avbjóðingina eins og hinir fimm flokkarnir, sigur Aksel V. Johannesen.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

11062025_Bardur_og_tjodarsemja

 

Sí eisini: Aksel hevur semju við allar flokkar uttan Sambandsflokkin

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. juli
Morgunlestur leygardagur 19.juli 2025
194090
Fríggjadag 18. juli
Radio Stjernekilde II - part 6
194670
Fríggjadag 18. juli
Praktikanturin: Bjarki Vang
194673
Fríggjadag 18. juli
RagnarRokk: Erica Stoltz um Heat Lightning
194126
Nýggjastu sendingar í SV