720 fráboðanir um brot á revsilógina í fjør

720 fráboðanir um brot á revsilógina í fjør
Nógv færri revsilógarbrot eru í Føroyum enn í Grønlandi og Danmark
Fyri hvørji 1.000 fólk vóru fráboðanirnar 13,2 í Føroyum í fjør.
 
11.06.2025 - 08:05

Politiið í Føroyum fekk 720 fráboðanir í fjør um brot á revsilógina.

Hetta eru nakað færri enn í 2023, tá fráboðanirnar vóru 753.

Men nógv fleiri enn í 2022, tá tær vóru 639.

Í ríkisfelagsskapinum eru fráboðanirnar um revsilógarbrot nógv færri í Føroyum enn í hinum báðum londunum.

Fyri hvørji 1.000 fólk vóru fráboðanirnar 13,2 í Føroyum í fjør.

Tær vóru 42,1 í Danmark og 69,2 í Grønlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 8. juni
Veðrið
209433
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264