Stórt álop á Kiev

Stórt álop á Kiev
Zelenskyj: Russland hevur framt eitt av størstu álopum á Kiev í nátt
Sløkkiliðsmenn í holt við at sløkkja ein eld í ukrainska høvuðsstaðnum, Kiev
Mynd: Scanpix/Ritzau  
 
10.06.2025 - 09:42

- Í staðin fyri vápnahvíld, so hevur tað verið enn ein nátt við stórum álopum við dronum, krússararakettum og ballistiskum rakettum, skrivar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj á X um náttarálopið á millum annað Kiev.

Sambært forsetanum var álopið í nátt eitt tað størsta á ukrainska høvuðsstaðin, men Odessa, Dnipro-landsluturin og Tjernihiv vórðu eisini rakt.

Tilsamans hevur Russland sent 315 dronur og sjey rakettir, harav tvær norðurkoreanskar ballistiskar rakettir, skrivar Zelenskyj.

- Tað er avgerandi, at reaktiónin upp á hetta og onnur líknandi russisk álop ikki verður møtt við tøgn frá alheiminum, men ístaðin við ítøkiligum handlingum, skrivar Volodymyr Zelenskyj.

Higartil eru tvey fólk staðfest deyð, meðan 13 fólk hava fingið skaða í álopinum, skrivar AP.

Russland hevur enn ikki viðmerkt álopið.

Eisini í Odessa merktu tey til russisku álopini í nátt. Her er eldur komin í ein íbúðarbygning. Mynd: Scanpix/Ritzau

Ein sálarfrøðingur hjá ukrainsku neyðtænastuni tosar við ein íbúgva á staðnum, har íbúðarbygningurin hjá henni varð raktur av einum russiskum dronuálopi í Odessa. Mynd: Scanpix/Ritzau

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Telefon til Fólkaflokkin og Tjóðveldi
205289
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229